Tíðindi

14.09.2022
Nýggi húsarhaldsskúlin verður nú veruleiki

Seinnapartin í dag skrivaðu Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Føroya Húsarhaldsskúla, undir arbeiðstakarasáttmála fyri nýggja skúlan.

Nýggi skúlin verður bygdur í miðbýnum, har sum gamla kappróðrarneystið stendur í dag. Føroya Húsarhaldsskúli hevur í dag pláss fyri 21 næmingum hvørt heyst, umframt øll tey styttru skeiðini, sum skipað verða fyri. Tilsamans eru yvir 300 skeiðsluttakarar á skúlanum árliga.
Nýggi skúlin kemur at rúma 36 næmingum, sum koma at búgva á skúlanum. Við hesum fær skúlin enn betri karmar at skipa fyri alskins skeiðum.

Karl Johansen, borgarstjóri, er fegin um, at verkætlanin nú er komin somikið langt, at spakin skjótt verður settur í.

- Húsarhaldsskúlin hevur verið ein týðandi partur av miðbýarverkætlanini hjá kommununi. Við hesari verkætlanini fáa vit savnað byggingina í miðbýnum, og kemur at rúma bæði handlum, íbúðum, skúla, kappróðrarneysti og øðrum. 

- Eg haldi avgjørt, at tað er gott fyri býin, at ymisk tilboð eru miðsavnaði í miðbýarøkinum. 

Kostnaðurin fyri nýggja húsarhaldsskúlan er útvið 57 mió. kr. Klaksvíkar kommuna fíggjar verkætlanina við 21 mió. kr.

Um Føroya Húsarhaldsskúla

Húsarhaldsskúli Føroya varð settur á stovn av Klaksvíkar Húsmøðrafelag í 1974 og gjørdist sjálvsognarstovnur í 1993.
Tað eru 7 fólk í starvi á skúlanum. Leiðari á fulla tíð, ein lærari fulla tíð, tríggir tímaløntir lærarar og tvær náttarvaktir. Harumframt verða gestalærarar brúktir. 21 næmingar ganga á skúlanum.

 

Onnur tíðindi
04.02.2026

Vatnið er komið aftur

03.02.2026

Blákollan 25 ár

02.02.2026

Grund­stykkjalistin dagførdur 2. februar 2026

30.01.2026

Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!