Tíðindi

15.09.2022
Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu

Talan er um eitt fast starv at byrja 1. novembur ella skjótast eftir hetta.

Vit ynskja, at tú

  • hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum
  • kann geva børnunum ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag
  • ert fyritaksom/samur og skapandi
  • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • kann samskifta lætt við foreldrini
  • ert sinnað/ur at samstarva við starvsfelagar og onnur fakfólk

Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í og øki við girðing uttanfyri. Eisini skal pláss vera fyri sovivognum og tvíburðastóli.

Setarnarviðurskifti
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 – 17.15.
Vit kunnu bjóða eitt kveikjandi og lívsjáttandi starv við børnum í aldrinum 0-3 ár. Meira fæst at vita við at venda sær til Harriet Lydersen, leiðara, á telefon 213988

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.  

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 28. septembur 2022 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Dagrøktari til Klaksvíkar kommunu.

Stutt um Klaksvíkar Kommunalu Dagrøkt
Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir Trivnaðardeildini hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 15 dagrøktarir, 1 hjálparfólk og ein námsfrøðingur. Talið av børnum í dagrøkt er umleið 50. Tveir fastar dagar aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarir saman við børnum í spælustovuni á Brekku.

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi