Tíðindi

21.09.2022
Hugnalig, savnandi og fjálg tiltøk alla vikuna

Virkið heyst: Í døgunum 26. september – 2. oktober er Klaksvíkar kommuna karmur um nógv øðrvísi og spennandi tiltøk. Lagt er upp til fjálga nærveru í tí smáa, men eisini tiltøk, sum savna fjøldina.

Altjóða sálarheilsudagur er 10. oktober, og í hesum sambandi skipa kommunur, stovnar og feløg, sum eru partur av ABC fyri sálarliga heilsu, fyri fleiri spennandi tiltøkum kring landið, men Klaksvíkar kommuna hevur í ár valt at seta sjóneykuna á hetta átakið í viku 39.

Skráin er sera fjølbroytt. Møguleiki verður m.a. hjá borgarum at koma til orðanna, at hugsavna seg, at lurta og at vera virkin á ymsan hátt. Tiltøkini eru málrættaði allar aldursbólkur, og er tað liður í ætlanini hjá m.a. Heilsunevndini, at meira fokus skal setast á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar.

Samstarv millum kommunu, vinnu og áhugafeløg

Tiltøkini á skránni eru samskipaði í góðum samstarvi við vinnuna, felagsskapir og áhugafeløg. Kommunan hevur á heimasíðuni eggjað borgarum at koma við hugskotum til skránna, og vóru tað fleiri, sum tóku av tí møguleikanum.

Sí skránna her: Skráin fyri Virkið heyst

 

 

Onnur tíðindi
03.10.2022

Matr. nr. 1185 lýst til sølu

03.10.2022

Jústabrekka 1 til sølu

03.10.2022

Burturbeining av leivdum frá fletting

01.10.2022

Rennibreytin tikin í nýtslu