Tíðindi

23.09.2022
Hvat er ein góður miðbýur?

Mikukvøldið 28. september kl. 19 verður almennur pallborðsfundur á Skúlatrøð. Evnið á fundinum verður "Hvat er ein góður miðbýur?", har býráðspolitikkarar, fólk við serkunnleika innan økið og vanligir borgarar koma at siga sína hugsan, umframt at áhoyrarar eru vælkomnir við spurningum. Nomið verður við evnir so sum býarmenning, miðbýarbygging og trivnaður.

Nú eru áleið 10 ár síðan arbeiðið við miðbýðarætlanin fór í gongd. Í 2015 bleiv skipanaruppskotið hjá Henning Larsen arkitektum samtykt av býráðnum og seinni sama ár bleiv spakin settur í, tá byggingin við Biskupstorg fór ígongd.

Til pallborðsfundin fer Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, at gera eina støðulýsing av miðbýarætlanin. Síðan verður møguligt hjá teimum, sum eru boðin at sita við pallborðið, at siga sína hugsan. Eftir tað verður tosað um ymisk evni, sum eru aktuell at kjakast um í samband við miðbýarmenning og hvussu byggingin í býnum ávirkar borgarar. Til seinast verður høvi hjá áhoyrarum at koma við viðmerkingum.

 

Við pallborðið sita:

Ósbjørn Jacobsen, arkitektur

Oddmar á Lakjuni, formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini

Mimmy Vágshey, vinnurekandi

Rasmus Biskupstø, lærari á Fróðskaparsetrinum

Gerda Absalonsen, limur í Eldraráðnum

Victoria Neshamar, borgari

Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinun, verður orðstýrari.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy