Tíðindi
30.09.2022
Almenn móttøka: Rennibreytin tikin í nýtslu
Leygardagin 1. oktober kl.11.00 verður almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheygi verður tikið í nýtslu.
Tey, sum halda røðu, eru Karl Johansen, borgarstjóri, umboð fyri Treysti og FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya). Eisini luttekur Klaksvíkar hornorkestur við hugnaligum tónum.
Eftir hátíðarhaldið bjóðar Klaksvíkar kommuna kaffi og okkurt søtt. Rennibreytin verður opin fyri almenninginum frá kl. 12.00.
Onnur tíðindi

03.02.2023
Heilsufótbóltur aftur á skrá

02.02.2023
Hevur tú fingið spurnarblað?

02.02.2023
Skoytubreytin letur aftur á hesum sinni

01.02.2023