Tíðindi

03.10.2022
Jústabrekka 1 til sølu

Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn lýsir Klaksvíkar Kommuna við hesum Jústabrekku 1 í Klaksvík til sølu. Við heimild í somu kunngerð stendur kommununi frítt at velja í millum innkomin tilboð ella einki at taka av.

Bygningurin
Talan er um bygning á matr.nr. 188a í trimum hæddum á uml. 140 m2. Bygdur uml. í 1911 og høvuðsumvældur /umbygdur í 2021.
1. og 2. hædd eru innrættaðar við tilsamans 6 íbúðum millum 35 og 40 m2 hvør. Kjallarahæddin er innrættað sum kommunalt skjalasavn. Byggisamtyktarliga ásetingin er C 9 – útlagt til Almenn endamál.

Treytir
Við søluni fylgja hesar treytir, sum keyparin bindur seg til at halda:

  • Leigusáttmáli við Almannaverkið um 1. og 2. hædd – galdandi til 31.07.2026
  • Gerð av 10 ára leigusáttmála við Klaksvíkar Kommunu um kjallarahæddina í samband við
    nýtslu til skjalasavn
  • Matr.nr. 188a er í dag 1154 m2
    – Sambært fyriliggjandi projekti av Klaksvíksskákinum – millum Víkaveg og Klaksvíksveg – er vegurin staðsettur uml. 600 m2 inn á matr.nr. 188a. – Vegalendisparturin verður ikki seldur við, og bindur keyparin seg til at undirskriva neyðug skjøl til Umhvørvisstovuna í samband við frámatrikulering og tinglýsing. – Reella sølan av matr.nr. 188a umfatar sostatt bygning á uml. 550 m2 grundøki.
    Sí fylgiskjal viðv. vegaætlan
  • Útreiðslur fyri ummatrikulering ber Klaksvíkar Kommuna.
  • Uppskot fyriliggur um framtíðar atkomu og parkering á ognini. Hesi viðurskifti verða tikin upp til endliga støðutakan saman við eigaranum av ognini, tá Klaksvíksskákið verður grivið ígjøgnum.
  • Í samband við el-løðistøð hjá grannanum sunnanfyri, er avtala við hann um nýtslu av einum parkeringsbási á økinum eystanfyri bygningin.
  • Keyparin yvirtekur ognina í tí standi, hon er yvirtøkudagin.

Søla

Prísuppskot: 5,5 mill. kr.
Skrivlig tilboð skulu verða kommununi í hendi í afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 14. nov. 2022 kl.12.00.
Viðmerkið brævbjálvan: Jústabrekka 1 – mál nr. 22/00549

Tað stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.
Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, inntil ognin er seld.

Tak skjøl niður her:

Sølulýsing

Fylgiskjal 1: Vegaætlan

Fylgiskjal 2: Plantekning

Fyrispurningar
Upplýsingar um ognina kunnu fáast á tlf 410000 ella á klaksvik@klaksvik.fo 

  • viðvíkjandi bygningi: Tekniska Deild – Hans Fróði Hansen, byggifrøðingur
  • viðvíkjandi uttanumøki: Tekniska Deild – Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur
  • viðvíkjandi leigumálum: Trivnaðardeildin – John Færø, trivnaðarstjóri
Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu