Tíðindi

02.11.2022
ÍSF skipar fyri fyrilestri á Skúlatrøð

Í døgunum 8. - 17. november vitjar ÍSF kring landið við spennandi framløgum fyri nevndarlimir, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað. Heitið fyri kvøldini er: »Kynstrið at skapa breiðar felagsskapir fyri børnini, breiddina og framtíðar úrvalsíðkarar«

Í tíðindaskrivi sigur ÍSF, at tey fara at greiða frá nýggju ætlanini hjá ÍSF og ynskja at hoyra hugsanir hjá áhoyrarum. Henda ætlan skal vera eitt amboð hjá ÍSF at samstarva um, at geva so mongum borgarum gleðina av at vera virkin í einum ítróttafelag.

Við skiftandi gestarøðarum m.a. Lene Terp, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, Mark Laursen-Marcher, ítróttastjóri hjá HSF, Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, Heri Ziska, venjari, Øssur D. Eiriksfoss, úrvalsíðkara, og Guðmundi Joensen, stovnara av Ítróttarháskúlanum, ferðast vit soleiðis. 

Tiltakið verður á Skúlatrøð í Klaksvík 9. november kl. 19.00 til 21.00

Les meira um tiltakið her: ÍSF á ferð

Onnur tíðindi
17.09.2025

Rudda Føroyar leygar­dagin

16.09.2025

Send okkum gjarna tíni hugskot!

16.09.2025

Dagføring: Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt

09.09.2025

Boða frá vespubýli