Tíðindi

07.11.2022
Leiðari til dagrøktarskipanina í Klaksvíkar kommunu

Søkt verður eftir leiðara til dagrøktarskipanina hjá Klaksvíkar kommunu. Dagrøktarskipanin hjá Klaksvíkar kommunu umfatar 18 dagrøktarar við tilsamans 63 børnum. Børnini í dagrøktarskipanini eru í aldrinum 0 til 3 ár. Leiðarin hevur leiðsluábyrgd av námsfrøðiliga arbeiðnum, umframt fíggjarliga og fyrisitingarliga leiðslu av dagrøktini.

Søkt verður eftir leiðara, sum:

  • Hevur námsfrøðiliga útbúgving og sum megnar at skipa arbeiðsgongdina í dagrøktarskipanini, umframt áhaldandi at menna dagrøktina og starvsfólk
  • Hevur visjónir og megnar at seta sær mál
  • Er fakliga væl fyri í mun til aldursbólkin 0 til 3 ár
  • Er eldhugað/ur og megnar at ráðgeva og vegleiða starvfeløgum við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
  • Kann samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt


Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

  • Kann arbeiða í einum toymi og vísir tolllyndi og samstarvsvilja
  • Strembar eftir at skilja sítt umhvørvi við útgangsstøði i teimum menniskjaligu sambondunum
  • Hevur dirvið til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum
  • Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit


Setarnarviðurskifti
Dagrøktarleiðarastarvið, sum er fulla tíð, verður lønt sambært avtalu millum KAF og Pedagogfelagið, lønarstig 29, 31, 33. Starvið verður sett 2. januar 2023 ella so skjótt sum tilber.
Umsøkjararnir verða mettir út frá fakligum, persónligum og leiðsluligum førleikum. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Meira fæst at vita við at venda sær til Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, á tlf. 284538 ella skriva á teldupost nielsj@klaksvik.fo

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 23. novembur 2022 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Leiðari til dagrøktarskipanina

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu