Tíðindi

10.11.2022
Útstykkingin á Fossum verður steðgað

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um, at verkætlanin á Fossum í fyrstu atløgu verður steðgað. Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina er 124,5 mió. kr.

Karl H. Johansen, borgarstjóri, sigur um avgerðina: 

“Í løtuni er ikki fíggjarligt rásarúm hjá kommununi at fremja alla hesa stóru verkætlan. Tí hevur býráðið einmælt samtykt at steðga verkætlanini. Farið verður nú undir samráðing við verandi arbeiðstakara, RTS Contractors, um at gera neyðuga arbeiði fyri at gera fyrsta byggistig liðugt á ein forsvarligan hátt og fyri kommununa nøktandi kostnað.“  

Fyrsta byggistig fevnir um 21 grundstykki til sethús og øki til 13 randarhús. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Málið er, at fyrsta byggistig verður liðugt í 2023. Tey, sum hava fingið tillutað grundstykki fáa í næstum nærri kunning um, nær grundstykkini eftir ætlan verða  klár.

Allir sáttmálarnir í verkætlanini eru uppsagdir, og verkætlanin verður steðgað 1. desember í ár. Umframt samráðingar um at enda fyrsta byggistig, verður eisini samráðst um, hvussu farast skal fram viðv. restini av verkætlanini (byggistig 2 og 3).

Verkætlanin á Fossum varð sett í gongd í juni 2020. Verkætlanin fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eitt stórt grundstykki, sum m.a. kann nýtast til ein barnagarð.

Les meira um verkætlanina á Fossum her.

 

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu