Tíðindi

21.11.2022
Pop-up handil við Biskupstorg

Hevur tú hug at leiga eitt handilshøli í Biskupstorgi fram til jóla? Eitt handilshøli er tøkt at leiga árið út. Tann, sum leigari hølini, kemur saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U, URBANE og Madame Vælvera at mynda fjølbroytta handilsvirksemi í miðbýnum.

Stutt um miðbýin:
Bygningurin við Biskupstorg stóð liðgur í 2019. Í ovaru hæddunum eru 30 íbúðir. Í veghæddini er kommunalt virksemi, umframt handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál. Ein annar partur er sjálvt uttanumøkið og Biskupstorg. Biskupstorg er eisini karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar. Skoytubreytin letur væntandi upp fyrst í desember.

Hølisviðurskifti:

Leigumálið er 54,7 m2 til støddar + 17m2 av felagsøki.
Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 7.574,28 kr. pr. mðr. (íroknað hita og el). Hølið er í norðara enda av veghæddini, millum handlarnar Madame og URBANE

Áhugaði kunnu seta seg í samband við John Syderbø, Vinnu og mentanarstjóra, á tel. 21 95 49 ella umvegis teldupost á johns@klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin