Tíðindi

08.02.2024
Tannrøktari til barnatannrøktina

Klaksvíkar Barnatannrøkt søkir eftir tannrøktara at byrja 1. maj 2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 3 dagar um vikuna, svarandi til 22,5 tímar (brøk 0,576). Vit lýsa eftir einum tannrøktara, ið dámar væl at arbeiða við børnum og ungum.

Høvuðsuppgávan er fyrst og fremst at gera eitt fyribyrgjandi og røktandi tannheilsuarbeiði. Sum tannrøktari kemur tú, at vera við til at mynda og menna tað fyribyrgjandi arbeiðið, sum barnatannrøktin ger í Norðoyggjum. Tað er av stórum týdningi, at tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi. Eisini leggja vit dent á nærlagni og at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. 

Á klinikkini kemur tú at gera kliniskar kanningar, fyribyrgjandi viðgerðir, tilvenjingar, foyrifyllingar og eisini smærri viðgerðir. Tað er tí umráðandi at tú ert fyrikomandi og hevur góðar førleikar við børnum.

Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Markus Hvannastein, tannlæknaleiðara, á tlf: 455651 ella 555652

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 29. februar 2024. Miðað verður eftir at hava setanarsamrøður í viku 10.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Tannrøktari til barnatannrøktina

Barnatannrøktin í Klaksvíkar kommunu byrjaði í 1975, fyrsti tannrøktarin kom í 1986. Tannheilsan í Norðoyggjum hevur verið og er enn í støðugari frammgongd síðani barnatannrøktin byrjaði. Vit hava 3 klinikrúm, brúka journalskipanina TK2 og røntgenskipanina VisiQuick.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars