Tíðindi

04.09.2026
Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

Klaksvíkar kommuna hevði í dag vitjan av einum ferðalagi úr Sisimiut í Grønlandi. Sisimiut er vinarbýur hjá Klaksvík, og vitjanin gav tí høvi til gevandi orðaskifti og vitanardeiling um arbeiðið við børnum og ungum, trivnaði og samstarvi millum kommunur, skúlar og aðrar myndugleikar.

Sisimiut liggur í Qeqqata Kommunu, sum er ein av teimum fimm kommununum í Grønlandi. Í ferðalagnum vóru bæði kommunustýrislimir og umboð fyri fyrisitingina, sum vóru komin til Føroya at fáa innlit í ymisk viðurskifti.

Fyrrapartin vitjaði ferðalagið á Skúlatrøð, har Jónleif Johannesen, skúlastjóri, vísti runt og greiddi frá um virksemið á skúlanum. Her fingu gestirnir innlit í dagliga arbeiðið á skúlanum.

Síðani gekk leiðin til Varpið, har fleiri starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu høvdu framløgur um arbeiðsøki og átøk innan barna- og ungdómsøkið. Seinnapartin vitjaði ferðalagið í frítíðarskúlanum Snjallubjallu, barnagarðinum Baldursbrá á Norðoyri og at enda í ungdómshúsinum Húsinum. Á øllum støðunum vóru høvi at síggja virksemið og umrøða arbeiðshættir, avbjóðingar og møguleikar innan økið.

Klaksvíkar kommuna takkar fyri vitjanina og ynskir gestunum úr Sisimiut framhaldandi eina góða ferð í Føroyum.

Borgarstjórin í Klaksvík og Qeqqata kommunu

Onnur tíðindi
23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini

21.10.2026

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR

20.10.2026

Dagrøktarar til Klaksvíkar kommunu

20.10.2026

Kunningarfundur fyri tilflytarar á Miðnámi á Kambsdali