Tíðindi

25.11.2022
Fíggjarætlanin samtykt – íløgur fyri 51,7 mió.

Á býráðsfundinum 24. november varð fíggjarætlanin fyri 2023 samtykt. Inntøkurnar eru mettar til 328,8 mió. kr. og rakstarútreiðslurnar 254,8 mió. kr. Hetta er ávikavist 6,1% og 4,9% hægri enn í 2022. Skattaprosent og barnafrádráttur eru óbroytt, ávíkavist 20,75 % og 5.500 kr.

Rentustuðul og rentur eru mett til 12,2 mió. kr., og við hesum er avlopið áðrenn íløgur 61,7 mió. kr.  Íløgurnar eru 51,7 mió. kr. og avdráttirnir 10 mió. kr. Hetta gevur eitt netto avlop upp á 78 tkr.

Av íløgum komandi ár eru flestar krónur settar av til eitt nú liðugtgerð av útstykkingini á Fossum, víðkan av Norðhavnini, útbygging av dagstovninum Fjallafípuni, mentanarhúsið Varpið og útiøkið á Skúlatrøð.

 

Yvirit yvir allar íløgur, sæst her:

  • Nýgerð av Fjallafípuni 4.6 mió.
  • Útiøki á Skúlatrøð 3.6 mió.
  • Klokkuskipan á Skúlatrø 0,48 mió.
  • Bókasavn (rúmið) 0,3 mió.
  • Mentanarhúsið 3.0 mió.
  • Hornaskýlið 2.0 mió.
  • Fastogn 2.0 mió.
  • Uttanumøkið kappróðrarneyst 3.0 mió.
  • Byggibúning á Fossum 10 mió.
  • Spillivatnsútbygging (kloakk) 3.5 mió.
  • Vegur + parkeringspl. við Stangavegin 3.0 mió.
  • Vegir íløga 4.0 mió.
  • Norðhavnini 8.5 mió.
  • Bátafelagshús og sølutorg 0,5 mió.
  • Vatnleiðing til tunnil Norður um Fjall 0,53 mió.
  • Byggibúning bústaðir 1.5 mió.
  • Prosjektering av Gregoriusen bygningi 0,5 mió.
  • Fimleikarahøll, fyrireiking 0,45 mió.
  • Skiljiskipan - reinhald og burturkast 0,1 mió.
  • Fyrireiking til tak omaná svimjihylin úti í Grøv 0,1 mió.
Onnur tíðindi
04.02.2026

Onki vatn á eystur­síðuni í Klaksvík

03.02.2026

Blákollan 25 ár

02.02.2026

Grund­stykkjalistin dagførdur 2. februar 2026

30.01.2026

Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!