Tíðindi

31.12.2022
Býráðsskrivstovan um jólini

Í sambandi við jóla- og nýggjárshøgtíðina verður býráðsskrivstovan stongd frá fríggjadegnum 23. desember 2022. Opið verður aftur týsdagin 3. januar 2023.

Borgarar, sum hava átrokandi boð til kommununa hetta tíðarskeiðið, kunnu seta seg í samband við.:

> Eru trupulleikar við vatnveitingini o.tl. tel. 225272 (Vatndeildin)
> Annað, so sum vegir, kloakk v.m, tel. 216488 (Vegadeildin)
> Barnaverndartænastan tel. 219181 ella barnavernd@klaksvik.fo (Barnaverndin)
> Grótbrotið er somuleiðis stongt hetta tíðarskeiðið. Eru átrokandi ørindi, fæst samband við Grótbrotið á tel. 228280.

Endurnýtslan hevur opið gerandisdagar. Tvs. at hetta tíðarskeiðið hevur Endurnýtslan stongt almennar frídagar, men hevur opið sum vanligt aðrar dagar. 31. desember er stongt. 

Barnatannrøktin er somuleiðis í jólafrí frá 22. desember til og við 2. januar 2023. Tannapínuvakt verður tó gerandisdagar ímillum jól og nýggjár. Ringjast kann á tlf. 216651 ímillum kl. 10 og 11, har nærri avtala verður gjørd. 

Býráðsskrivstovan hevur telefon 41 00 00, har ein sjálvvirkandi telefonsvarari veitir upplýsingar um omanfyri nevndu og onnur telefonnr., har borgarar kunnu ringja.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum eini gleðilig jól.

Onnur tíðindi
31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026

23.03.2026

Earth Hour í Klaksvík