Tíðindi

08.01.2024
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

LÝSING: Nýmótans og snotiligt handilshøli í hjartanum í Klaksvík, við tilhoyrandi goymsluhøli í undirhæddini, er tøkt at leiga. Saman við Kaffihúsið Fríða, Visit Norðoy, 2U, Skálki og Madame Vælvera kanst tú gerast partur av fjølbroytta handilslívinum í miðbýnum í Klaksvík.

Stutt um miðbýin

Fyrsta byggingin í miðbýnum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, umframt handils- og matstovuvirksemi á veghædd og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.

Ein annar partur er uttanumøkið kring Biskupstorgið. Í vetrarhálvuni er uttanumøkið karmur um væl vitjaðu skoytubreytina, umframt onnur tiltøk, sum gjøgnum alt árið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar.
Byggingin og menningin av miðbýnum fer við tíðini at fevna um fleiri spennandi bygningar, torg, bryggjukantar v.m.

Hølisviðurskifti

Leigumálið er 54,7 m2. Harumframt eru 11,33 av goymsluhøli í undirhæddini Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi, sum í løtuni er 6.895,83 kr. um mðr. + mvg og gjald fyri ljós og hita. Hølið er í norðara enda av veghæddini; ímillum Skálk og Madame.

Virksemi

Umsøkjarin, ið fær hølini í boði, fær nýggj, stásilig høli í hjartanum av miðbýnum, og fær hann somuleiðis ágóðan av fjølbroytta vinnuvirkseminum, sum longu er í økinum. Saman við núverandi handils- og matstovuvirksemi verður góður møguleiki fyri at gerast partur av miðbýarmenningini í Klaksvík.

Støðutakan

Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá eini heildarmeting, sum tekur støði í endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.

Umsóknir skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, John Syderbø, vinnu og mentanarstjóra, ella sendast til johns@klaksvik.fo. Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2024.

Klaksvíkar kommuna

 

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður