Tíðindi

08.01.2023
Námsfrøðingur til vøggustovuna á Brekku

Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðingi til vøggustovuna á Brekku. Vøggustovan bleiv gjørd í 2018, og fara 10 børn væntandi at ganga í stovuni.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipani, at:
- Saman við øðrum at hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum
- Vera við til at menna námsfrøðiliga tilboðið í samstarvi við starvsfólkini á eindini
- Skipa geransdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
- Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
- Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum


Vit ynskja, at tú:
- Hevur royndir innan dagstovnaøkið
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Ert virkin, røkin og hevur áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast,trívast og mennast
- Hevur góð samstarvsevni bæði við børn, foreldur og starvsfólk.


Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett 1. februar 2023 ella skjótast møguligt.
Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.


Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, tlf: 284538 - nielsj@klaksvik.fo

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 9. januar. 2023
Tú søkir starvið við at trýsta á leinjuna her: Námsfrøðingur til vøggustovu á Brekku

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl