Tíðindi

19.12.2022
Bíða við at fara heimaftur

Vandin fyri fleiri skriðu- og áarlopum er ikki av enn, tí veðurforsøgnin sigur regn út á kvøldið og náttina. Mælt verður tí til, at fólk, sum búgva á ovasta vegi í Klaksvík, Norðoyri og Ánunum, og onnur, sum búgva ábært fyri, ikki fara aftur til hús í kvøld.

Frá kl. 17.00 verður KFUM & K nýtt sum móttøkustað til tey, sum ikki hava annað stað at fara til í løtuni.  

Um tørvur er á gisting í nátt, verða borgarar bidnir um at seta seg í samband við Miðlan, tel. 41 00 00.  

Telefonnummarið hjá Miðlan svarar alt døgnið, soleiðis, at borgarar, sum ikki sleppa frá húsum og hava tørv á hjálp frá sløkkiliðnum, kunnu boða frá. Borgarar, sum hava trupulleikar við vatni í kjallarum o.l., skulu somuleiðis venda sær til Miðlan.

Er tørvur kreppuhjálp, verða fólk eisini biðin um at ringja til Miðlan.

Onnur bráðfeingis boð skulu beinast til Politiið á tel. 112.

 

Klaksvíkar kommuna

Onnur tíðindi
26.02.2026

Reinsiverkið á Gili skal gerast liðugt

25.02.2026

Vælkomin í 20 ára føðingardag

25.02.2026

Býráðsskráin 26. februar

24.02.2026

Søluprísu­rin fyri sjógvhita lækkar við nærum eini helvt