Tíðindi

26.01.2023
Kappróðrarfelagið fingið framúr góðar umstøður

Seinnapartin í dag var móttøka í samband við, at nýggja kappróðrarneystið, sum Klaksvíkar kommuna hevur latið byggja til KRF, alment bleiv tikið í nýtslu. Ikki kann sigast annað enn, at áhugin fyri neystinum og kappróðrinum er stórur í Klaksvík, tí millum 200-300 fólk møttu til móttøkuna.

Á skránni til móttøkuna vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, umframt at Sonja Kjølbro og Fróði Waag hildu røðu vegna nevndina í kappróðrarfelagnum.

Í september 2020 varð avtalað undirskrivað við høvuðsarbeiðstakarin, Malltek, sum fekk tað fornemmu uppgávuna at byggja nýggja kappróðrarneystið, sum Henning Larsen arkitektar, við Osbjørn Jacobsen á odda, so meistaraliga hava sniðgivið.

Karl Johansen, borgarstjóri, var ógvuliga fegin um úrslitið og at verkætlanin nú er komin á mál. Í røðu síni segði hann millum annað: 

- Fyrst og fremst vil eg takka býráðnum, kommununi og arbeiðstakarum, sum hava gjørt hetta møguligt. Eisini ein hjartans tøkk skal ljóða til Klaksvíkar Róðrarfelag, sum hevur verið ein týdningarmikil viðleikari í allari tilgongdini.

- Úrslitið er heilt einastandandi flott, og eg ímyndi mær, at tað verða mong, sum fara at njóta gott av hesum umstøðunum. Ikki bara tey sum íðka, men eisini tey, sum bara ynskja at uppliva eitt kappróðrarneyst í heimsklassa, tí ein sýnisgluggi er neystið blivið. Og tað eru vit ótrúliga errin av.

Onnur tíðindi
03.02.2023

Heilsufótbóltur aftur á skrá

02.02.2023

Hevur tú fingið spurnarblað?

02.02.2023

Skoytubreytin letur aftur á hesum sinni

01.02.2023

Upphiting til Torradagar í Klaksvík