Tíðindi

30.01.2023
Hugnalig løta við skoytubreytina

Farna vikuskifti bjóðaði Integratiónsnevndin hjá Klaksvíkar kommunu ókeypis skoyting, kakao og bollar á Biskupstorginum. Í alt vóru 50 litrar av kakao hitað, og deilt út til køldu gestirnar.

Tiltakið er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nevndini m.a. er at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið. Tiltakið hevur verið afturvendandi, tí skipað varð fyri líknandi tiltakið í desember 2021, og var tað somuleiðis sera væl eydnað.

Í desember takkaði David Im fyri seg, sum limur í integratiónsnevndini. Fyri hann kom Reni Heimustovu, ið er ættað úr Indonesia, og hevur búð í Føroyum síðan 2019.

Tey, sum manna nevndina, eru:
Karl Johansen, borgarstjóri, og Jógvani Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl, Daria Zellmer og Reni Heimustovu.

Onnur tíðindi
02.07.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Fjallafípuna

01.07.2026

Klaksvíkar kommuna í hernað ímóti skøruni

30.06.2026

Ung í arbeiði í Klaksvíkar kommunu

26.06.2026

Farloyvisstarv sum sosial­ráð­gevi til Barna­verndar­tænastuna í Norð­oyggjum