Tíðindi

31.01.2023
Kostfakligt starvsfólk og samskipari á Skúlatrøð

Kundi tú hugsað tær at arbeitt við at útvega børnum og ungum fjølbroyttan og heilsugóðan mat, sum stimbrar teirra orku og megi, og á tann hátt at viðvirka til teirra trivnað og menning, samstundis sum tað eisini verður hugsað grønt í mun til gagnnýtslu av mati – so ert tú tann vit leita eftir.

Sum kostfakligt starvsfólk og samskipari kemur tú at hava fakligu ábyrgdina og standa fyri dagliga rakstrinum av matarskipanini, herundir at tryggja, at skipanin verður á einum høgum góðskustigi og støðugt verður ment í góðum samstarvi við allar viðkomandi partar.


Tú kemur at taka tær av øllum praktiskum í mun til matarskipanina, so sum at:.

  • Leggja til rættis og útføra arbeið frá innkeypi til uppvask.
  • Fokus á fjølbroytni, kreativitet og burðardygd
  • Fíggjarstýring


Arbeiða við menning

  • Gera mat- og máltíðarpolitikk, herundir at samla inn datur ið byggja undir hetta
  • Fokus á tvørfakligt samstarv í mun til dagligdagin og tað fakliga í lærugreinini heimkunnleiki. 


Førleikar
Prógv sum professionsbachelor í føðslu og heilsu, føðsluatstøðingur (ernæringsassistent),  ella líknandi útbúgving

  • Tú dugir væl at samstarva og samskifta í skrift og talu
  • Praktiskar arbeiðsroyndir frá stovnskøki kann vera ein fyrimunur. 
  • Tú dugir at lurta, reflektera og taka skilagóðar fakligar avgerðir.
  • Tú hevur ein hugburð í stuðla undir eitt gott arbeiðsumhvørvið og trivnað.
  • Tú ert tænastusinnað/-ur, røkin og arbeiðssamur
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, hava yvirblikk og tola stórt arbeiðstrýst
  • Tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur   

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi, har tú megnar at gera hugskot til veruleika. Tú ert við frá byrjan og kemur at menna skipanina saman við øðrum, tí er eisini umráðandi at tú tolir broytingar í starvinum.

Setanarviðurskifti
Talan er um starv á 32 tímar, løn og setanarviðurskifti eru sambært avtalu ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið. 
Starvið verður sett 1. apríl ella eftir nærri avtalu. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Færø, trivnaðarstjóra, tel. 222216, jf@klaksvik.fo.
Søkir ongin við útbúgving, kann starvsfólk verða sett sambært sáttmálanum fyri arbeiðarar.


Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 8. februar 2023.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Køksfakligt starvsfólk

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy