Tíðindi

02.02.2023
Hevur tú fingið spurnarblað?

Í døgunum 23. og 24. januar fingu útvaldir borgarar í kommununi ein brævbjálva í postkassan, har kommunan heitir á fólk um at taka lut í eini borgarakanning.

Nógv hava longu svarað spurnarblaðnum, sum kann svarast fram til 6. februar. Fyri at fáa eina so góða heildarmynd sum møguligt, er neyðugt at enn fleiri taka lut í kanningini. 

Kanningin fevnir bæði um tænastur, sum kommunan sjálv veitir, eins og umstøðurnar at búleikast í kommununi sum heild. Kanningin er tískil ógvuliga viðkomandi fyri arbeiðið hjá býráðnum og fyrisitingini, í samband við at nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur verða bygdar út.

Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum kommunan vónar at fáa størri innlit í og síðani brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi.

Seinasti møguleiki at svara er mánadagin 6. februar, og øll sum svara, eru við í lutakastinum um eitt gávukort frá Klaksvíkar Handilsfelag, virði 3.000 kr.

Onnur tíðindi
23.03.2023

Sløkkja ljósini í ein tíma

22.03.2023

Býráðsskráin 23. mars

22.03.2023

Altjóða Down Syndrom dagur á Skúlatrøð

16.03.2023

Dagføring: Býarbussu­rin koyrir aftur sum vanligt