Tíðindi

03.02.2023
Heilsufótbóltur aftur á skrá

Verkætlanin Heilsufótbóltur 60+ var ein sera væleydnað royndarverkætlan, har 80 kvinnur og menn luttóku. 40 í aktivum leikluti og 40 í einum kontrolbólki. Í ár hevur Klaksvíkar kommuna, saman við Fótbóltssamband Føroya, KÍ og deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum, tikið stig til at bjóða tvey heilsufótbóltsskeið fyri 60+.

Hesaferð er talan ikki um eina granskingarverkætlan, tó verður møguleiki at luttaka í heilsukanningum áðrenn og aftaná skeiðið.

Tvey skeið á 12 vikur verða boðin út. Eitt skeið í vár og eitt í heyst. Vant verður tvær ferð um vikuna á Djúpumýru, og byrjað verður í viku 8, sum er frá 20. – 26. februar. Heilsukanningarnar vera tó í viku 7. Nærri kunning um nær heilsukanningarnar vera kemur seinni.    

Venjingarnar vera mikukvøld kl. 19:00 og fríggjamorgun kl. 8:00, og aftur hesaferð vera tað Marjun Kalsø og Eydna Thomsen, sum koma at standa á odda fyri venjingunum.  

Tilboðið er ætlað øllum teimum, sum eru 60+, og øll sum melda seg til sleppa at luttaka. Kostnaður fyri hvørt skeið er 300kr.

Melda til her: Heilsufótbóltur-Várskeið

 

Hvat er heilsufótbóltur

Heilsufótbóltur er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur áður ikki verið málrættað til hendan aldursbólkin. Tað sum eyðkennir heilsufótbólt er, at spælt verður á smærri økjum og í minni bólkum. Tað er sostatt ein øðrvísi háttur at spæla fótbólt, og leggur veruliga upp til, at øll kunnu vera við. Roynd, sum óroynd.

Klaksvíkar kommuna er samstarvsfelagið hjá ABC, har endamálið er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum. Ein liður í hesum arbeiðinum er at eggja fólki til at vera virkin, saman og hugbundin. Verkætlanin í heyst stuðlaði veruliga undir hesum endamáli, og tí væntast, at tey næstu skeiðini eisini koma at verða stuttlig, gevandi og ein góð uppliving fyri tey, sum ynskja at taka lut.  

Bæði Klaksvíkar kommuna og FSF hava samtykt at arbeiða miðvíst við heimsmálunum, og sigast má, at hetta er eitt átak, sum veruliga stuðlar undir heimsmál nr. 3, sum er at tryggja øllum eitt heilsugott lív og at virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri. 

Eru spurningar ella ivamál, so ber til at senda ein teldupost til klaksvik@klaksvik.fo 

Onnur tíðindi
27.02.2024

Uppsetan av rørportri í Árnafirði

27.02.2024

Spæl føroyskt í Varpinum

27.02.2024

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Fjallafípuna

26.02.2024

Dagstovnastovan á Húsum skal hava navn