Tíðindi
Hópin av tiltøkum eru á skrá við bæði framsýningum og frásagnum - Jóna í Smæruni og Torleif í Miðhøllini, um Tinnitur á Bókasavninum, skótagudstænasta í kirkjunu og matstovurnar hava nógv at bjóða
kl. 09.00 - 21.00 Café Fríða, Torgið - Livar Nysted listaframsýning
kl. 12.00 - 15.00 Café Fríða – Serliga leskiligur fiskarætt verður boðin hvønn gerandisdag í Torravikuni. Sjálvandi er eisini vanliga matskráin tøk
kl. 14.00 - 17.00 Gamla Seglhúsið - Framsýning við Frits Johannesen
kl. 16.00 - Smæran - Barnadagar á Trøllanesi - Jóna Skorheim greiðir við myndum og søgum frá uppvøkstri og barnaárum sínum á Trøllanesi í 50 ‘árunum
kl. 16.00 - 20.00 Spinnaríið - AFTURLIT - dupultframsýning í Spinnarínum í Klaksvík, við myndum og málningum hjá tveimum lokalum mentamonnum - fjølbroytti listamálarin Amariel Norðoy, og speiski, skemtingarsami keiputeknarin Óli P.
kl.16.00 - 20.00 Spinnaríið - Hvat skal henda í Spinnarínum? - Áhugafelagið, Spinnaríið kunnar um visiónir og ætlanir - Kunningartilfar við myndum, filmi og teksti erð tøkt, meðan framsýningin er opin
kl. 17.00 Bókasavnið - Høv í Føroyum AVLÝST- Bjørgfinnur Nielsen, háskúlalærari, hevur fingið FORFALL, og verður annars áhugaverda tiltakið AVLÝST!
kl. 17.30 - 20.30 Blákrossbúðin - Opið hús á Torra - Vælkomin at vitja og kunna teg um endurnýtslu handilin í Klaksvík hjá Bláa krossi - Kaffi er í kannuni
kl. 19.00 Christisitnaskirkjan - Skótagudstænasta V/Hanus á Gørðum, presti
kl. 19.00 Norðoya Bátafelag - í gamla Roykivirkinum. Spælt verður sjavs í felagshølunum, har øll eru vælkomin at vera við
kl. 19.00 Bókasavnið - Felagið Hoyr greiðir frá royndarverkætlan um Tinnitus - Karl Johansen, borgarstjóri sigur nøkur orð, Elin Brimheim Heinesen, syngur - Róa Midjord og Jensia Brodersen leggja verkætlanina fram
kl. 20.00 Gamla Miðhøllin - Søgan um Sjómanskvinnuringarnar - Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari greiðir frá og okkurt yvirraskilsi verður eisini

Norðoyastevnan í myndum

Stjóri til Klaksvíkar Havn/Havnameistari

Endurnýtslan stongd leygardagin á norðoyastevnu
