Tíðindi

25.02.2023
Torraskráin leygardagin

Nógv spennandi á skrá seinasta dagin í Torraskránni við morgunkafé hjá Bátafelagnum, matiné, leskiligir fiskarættir, framsýningar, renna við Treysti, framløgur, matstovurnar í býnum hava nógv gott at bjóða - og so eitt endabrak við Anfinni & Co.

Leygardagur 25.02.23.

kl. 09.00 - 21.00 Café Fríða, Torgið - Livar Nysted listaframsýning

kl. 10.00 - 12.00 Norðoya Bátafelag - í gamla roykivirkinum

Ókeypis morgunmatur og hugnaligt prát

kl. 11.00 - 18.00. Skapan í Skálin -  Framsýning av leir- toy- tógv- træ- horn- og stálarbeiði, umframt at café eisini verður

Kl. 11.30 Christianskirkjan - Matiné - Tónleikaframførslur

- Laila og Ljudmila frá Klaksvíkar Tónlistaskúla skipa fyri

Hjalti Bogason Stoylen, spælir stykki eftir J. S. Bach á guitar

Dupultkvartett úr Kórinum í Christianskirkjuni syngur tveir sangir

kl. 12.00 - 15.00 Café Fríða - Leskiligir fiskarættir hvønn gerandisdag í Torravikuni.

Sjálvandi er eisini vanliga matskráin tøk

kl. 14.00 til 17.00 Gamla Seglhúsið - Framsýning við glaða og litríka Frits Johannesen

kl. 14.00 Norðoya Bátafelag - í gamla roykivirkinum

Radio av sluppini Carlton verður latið felagnum, og frásagnir um samskifti millum skip og heimið og skip til skip - Ymsar søgur verða sagdar

Skrá:

Noel Joensen framførir við guitara og sangi

Poul Havn handar Norðoya Bátafelag radio frá sluppini, Carlton, eins og sendara frá øðrum skipum.

Poul Havn greiðir frá og framførur okkurt lag á munnharpu.

Anskar Hansen fjarritari á Skálaberg greiður frá um samskiftið millum skip og heimini - fyrr og nú.

Sigmar Høgnesen sigur frá onkrum stuttligum samtalum, sum hoyrdist fyrr í tíðini.

Kaffi og køka at fáa, ókeypis.

kl. 15.00 Við Rennibreytina - Torrarenning, sum Treysti skipar fyri

Runnið og gingið verður um rennibreytina í fagrasta veðri.

Til ber eisini at renna út eftir Gamlaveg, út í Grøv og heim aftur á Rennibreytina, har okkurt leskiligt verður at fáa aftaná.

kl. 16.00 Skúlatrøð, Gamla Miðhøllin - Lívið umborð

- Annika S. Biskopstø greiða frá kanningum - Hvussu sjómenn trívast umborð, hvussu skiftið er millum heimalívið og sjólívið

- Annbjørg Abrahamsen hevur eisini eina framløgu, sum byggir á innsavning av dátum umborð á føroyskum línuskipum, garnaskipum og smærri trolbátum (4T).

Hugt verður at ávirkanini av rulli, larmi, veðri, vaktarskipanum og svøvni

kl. 16.00 - 20.00 Spinnaríið - AFTURLIT - dupultframsýning í Spinnarínum í

Klaksvík, við myndum og málningum hjá tveimum lokalum mentamonnum - fjølbroytti listamálarin Amariel Norðoy, og speiski, skemtingarsami keiputeknarin Óli P.

kl. 16.00 - 20.00 Spinnaríið - Hvat skal henda í Spinnarínum?

Áhugafelagið, Spinnaríið kunnar um visiónir og ætlanir. Kunningartilfar við myndum, filmi og teksti verður tøkt,

meðan framsýningin er opin

kl. 19.30 - 23.00 Húsið - Perluskeið við Elin

kl. 20.00 Café Fríða - Tónleikabrak við Anfinn Nielsen og Co

- Á Torradøgum skjóta FríðuTónar aftur gongd á tónleikaskránna fyri 2023, og tað verður gjørt við einum braki, ið Anfinn Nielsen og Co fara at geva fjøldini.

Konsertin er ein stór ”syngið-við-løta”, sum setur eitt punktum fyri frálíku og væl vitjaðu Torravikuna.

Tá ið Anfinn er upp á spæl, so kann man veruliga vænta eina festliga, hugnaliga og lívliga

tónleikauppliving.

Anfinn Nielsen hevur eisini savnað sær sterkastu manning og kemur hann saman við Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen og Ólavur Øster norður til Klaksvíkar - til eina brakandi konsertina í Café Fríðu.

Matstovurnar í býnum hava nógv gott at bjóða og eisini ymiskt úr fiski.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy