Tíðindi

01.03.2023
Útiøkið á Skúlatrøð komið væl áleiðis

Fyrsta byggistig av útiøkinum á Skúlatrøð, sum fevnir um eitt amfiteatur (kringleikhús), er nú liðugt, og maskinur er nú ígongd við seinna part av verkætlanini, sum er at gera ein lítlan fótbóltsvøll, rennistrong og aðrar leikur til rørslu.

- Nýggja útiøkið er ætlað miðdeild skúlans (4.-6. flokk). Hesir næmingar hava saknað nøktandi útimøguleikar, síðan nýggi skúlin varð bygdur, og tí verður henda verkætlan uttan iva til gleði fyri bæði næmingar, lærarar og almenningin annars, sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung.

Økið kring skúlan er ikki einans hugsað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin. Økið er nevniliga væl egnað til alskyns mentanarlig tiltøk, framførslur og líknandi.

- Leggjast kann afturat, at gamli sparkivøllurin í ovara skúlagarði nú verður umvældur, og nýtt graslíki verður lagt á hann í næstum, upplýsir Eyðstein Ó. Poulsen.

Alt útiøkið norðan fyri Skúlatrøð skal eftir ætlan standa liðugt til skúlabyrjan eftir summarfrítíðina.

Verkætlanin, sum hon fyriliggur í løtuni, kostar íalt 5,6 mió. krónur.

Onnur tíðindi
30.01.2026

Te-stovan Marin Malena er ein tíðarlummi, sum má upplivast!

30.01.2026

- Eg visti ikki av, at mín søga kundi verða so viðkomandi fyri onnur

28.01.2026

Býráðsskráin 29. januar

21.01.2026

Heygavegur stongdur