Tíðindi

22.03.2023
Altjóða Down Syndrom dagur á Skúlatrøð

Nógv fólk úr øllum landinum møttu í gjár á Skúlatrøð í samband við at skipa varð fyri almennum tiltakið, har sjóneyka varð sett á tað vakra við ymiskleikanum.

Myndframsýning, undirhald, sangur, pallborðsfundur og fyrilestur var á skránni.

Borgarstjórin, Karl Johansen, setti dagin og hevði eina stutta røðu í barnahædd. Við sær hevði borgarstjórin serstøku borgarstjóra ketuna, umframt ein gamlan politi kepp og tveir hjálmar frá sløkkiliðnum.  

Borgarstjóran segði m.a., at tað er tørvur á okkum øllum í samfelagnum, og at tað ræður um at síggja virði og tað vakra í hvørjum einstøkum menniskja. Hann segði eisini, at øll ikki kunnu ikki gera tað sama ella vera eins, tí vit hvør í sínum lag mynda ein týðandi lut í samfelagnum. Hetta myndaði hann við m.a. at spyrja, hvør í eina løtu kundi hugsa sær leiklutin sum borgarstjóri, politistur ella sløkkiliðsfólk.

Onnur tíðindi
21.09.2023

Fólka­tingslimir á vitjan 

20.09.2023

Skráin er tøk!

20.09.2023

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag

18.09.2023

Nærumhvørvið og eg!