Tíðindi
31.03.2023
Send okkum tíni hugskot!
Virkið Vár verður í døgunum 1. - 7. mai. Tá verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka býarrúmið og náttúruna, umframt at tilvitið um burðardygd skal styrkjast enn meira.
Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og burðardygg átøk, sum longu eru á skrá hjá fyritøkum, áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Á henda hátt fær kommunan verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi og á átøk, sum stuðla undir eina burðardygga framtíð.
Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 19. apríl.
Boða frá her: Virkið heyst 2022
Onnur tíðindi

08.05.2025
Ársins fyrsta ferðamannaskip til Klaksvíkar

08.05.2025
Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025
Ferðslukunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025