Tíðindi

27.03.2024
Klaksvíkar kommuna um páskirnar

Býráðsskrivstovan er stongd frá 28. mars til og við 1. apríl. Opið er aftur sum vanligt týsdagin 2. apríl.

Endurnýtslan hevur stongt skírishósdag, langafríggjadag og 2. páskadag. Leygardagin 2. apríl er opið sum vanligt.

Svimjihøllin er stongd skírishósdag, langafríggjadag og páskadag.
Leygardag er opið sum vanligt.
2. páskadag er opið sum sunnudag.
Tá ið høllin er stongd um páskini, er vælveruøkið somuleiðis stongd og kann tí ikki leigast.

Býarbussurin koyrir ikki páskadagarnar. Koyrt verður aftur sum vanligt týsdagin 2. apríl.

Borgarar, sum hava átrokandi boð, kunnu ringja til hesar telefonir:

Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf: 225272 (Vatndeildin)
Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf: 216488 (Vegadeildin)
Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf: 219181 (Barnaverndin)


Klaksvíkar kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin