Tíðindi
Hvussu skipa vit okkum á burðardyggu leiðini, tá ið tað kemur til burturkast, skiljing og endurnýtslu?
Hetta er evnið á fyrilestrarkvøldi, sum verður á KSS mikukvøldið 3. mai kl. 19-21. Tiltakið er partur av Virkið vár skránni, og er skipað sum eitt samstarv millum vinnuna í nærumhvørvinum og kommununa.
Fyrilestrarnir eru serliga ætlaðir vinnulívinum í nærumhvørvinum. Endamálið við tiltakinum er nevnliga at lata størri og smærri fyritøkur koma til orðanna viðvíkjandi málsetningum og avbjóðingum í mun til burðardygt vinnulív. Eisini er ynskið at fáa størri innlit í, hvussu kommunan á besta hátt kann stuðla undir strembanina hjá størri og smærri fyritøkum í teirra kós á burðardyggu leiðini.
Tey, sum luttaka, eru hesi:
Gunnhild Dahl Niclasen, umhvørvisíbirtari og fríyrkisfólk
- Hví burðardygd í vinnu?
Dávur Høgnason, formaður í Meistarafelagnum í Klaksvík og stjóri á Blikksmiðjuni
- Hvør er tørvurin og hvat hava vit tørv á fyri at skipa okkum best
IRF
- Hvussu stuðla og vegleiða vit fyritøkum við uppgávuni at skilja rusk
Poula Michelsen, nevndarforkvinna í P/F Poul Michelsen og partur av toyminum “Burðardygt vinnulív”
- Praktisk hugskot um, hvussu fyritøkur kunnu taka burðardygga tankagongd við í vinnuna
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
- Hvussu stuðla vit fyritøkum í teirra kós á burðardyggu leiðini
Fyrilestrarkvøldið verður skipað við nevndu fimm ymisku framløgum á 10 min. hvør. Aftaná ein lítlan steðg verður prát um góðar royndir, avbjóðingar og møguleikar á hesum øki.

Endurskoða almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu

Ferðslukunning í samband við U21 landsdyst

Grundlógardagin verður stongt kl. 12.00
