Tíðindi

02.05.2023
Túr til bjargamansdal við borgarstjóranum

Borgarstjórin var í gjár ferðaleiðari, tá gingið varð til Bjargamansdal. Nøkur 40 fólk møttu væl uppløgd til túrur, sum tók áleið 4 tímar.

Á túrinum, og tá ið komi var fram til húsini í Bjargamansdali, greiddi Karl frá áhugaverdum siðvenjum og søgum, sum eru knýttar at leiðini og ikki minst húsinum, sum vórðu endurreist í 2020, aftaná ein eldsbruna í 2018. Rani Nolsøe hevði gittara við og spældi hann bæði egin løg og undir til tríggjar felagssangir.

Sigast má, at løtan varð serstøk, tá fólk sungu sangirnar: Tað er vakurt í Klaksvík á sumri, Sóljugentan og Heimstaðið. Túrurin var fyrsta tiltakið í Virkið vár skránni í ár.

Onnur tíðindi
14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir aftur á middegi

14.10.2026

Eingin ferðsla í miðbýnum

14.10.2026

Býarbussu­rin koyrir ikki vegna veður

13.10.2026

Húsavørðar til Klaksvíkar kommunu