Tíðindi
Fyrrapartin í dag undirvíst Ditte Alexandra Winther-Lindqvist um hvussu børn spæla og hvussu spæl mennir vinaløg, samleika og hugflog. Ditte er ph.d. og lektari á Dansk pædagogisk Universitet á Aarhus Universitet, og hevur hon síðan 2003 granskað í hesum evni. Í framløguni kom hon millum inn á leiklutin hjá starvsfólkunum í samband við spæl.
Ditte vísti í framløguni á, at fortreytirnar hjá børnum at finna saman í spæli eru sera ymiskar. Nøkur børn draga hvønn annan við, men onnur hava meira trupult at finna saman í spæli. Tí hevur tað týdning, at starvsfólk á námsfrøðiliga økinum hava eina góða javnvág millum frítt spæl og regluliga stuðla undir og eggja børnum til spæl.
Hon vísti á stóra týdningin sum spæl hevur, tí tað er eitt greitt samband millum spæl og trivnað. Spæl hevur tann eginleikan, at tað styrkir felagsskapin, samanhaldið og er við til at mynda samleikan hjá barninum. Tí kunnu vit javnseta sambandið millum trivnað og spæl, tvs. tey sum spæla, trívast, og tey sum trívast hava lætt við at finna saman við øðrum í spæli.
Hetta er fyrstu ferð at Ditte Alexandra Winther Winthe-Lindqvist er í Føroyum og lat hon sera væl at ferðini. Tað er Námsfrøðiliga ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu, sum hevur fingið hana til Føroya og skipað fyri ráðleggingardegnum í Klaksvík.
Seinnaparturin var skipað við fimm ymiskum verkstovum, sum á ein ella annan hátt hava við dagstovnaøkið at gera. Nøkur av teimum evnum, sum vera á skránni, eru hesi:
1. Gunnhild Dahl Niclasen tosar um evnið: ”Burðardyggur gerandisdagur á stovni”.
2. Katrin á Borg Johannesen, sanglærari, tosar um evnið: ”Sangur og spæl – gerandiskostur á stovninum”.
3. Annika Østerø, dagstovnaleiðari, tosar um evnið: ”Kom út og spæl – Børn, náttúran og rørsla”
4. Krista Hvannastein, námsfrøðingur, tosar um evnið: ”Søgulesnaður fyri børnum”.
5. Vár Berghamar tosar um evnið: „Vit í samspæli“