Tíðindi
16.05.2023
Áhugabólkurin fyri eldri 25 ár á baki
Seinasta leygarkvøld varð skipað fyri hugnakvøldi í Smæruni í samband við at áhugabólkurin hevur verið virkin í 25 ár.
Á skránni var sangur, hugleiðingar og ábit. Kala Lómaklett hugleiddi um ymisk tiltøk, sum áhugabólkurin hevur skipað fyri seinastu árini, og Gunvør Sigurðsson, forkvinna í Eldraráðnum, greiddi frá arbeiðinum hjá eldraráðnum og kunnaði um, hvussu Eldraráðið er samansett.
Unn og Jón Absalon Østerø framførdu eisini nakrar sangir, og setti tað ein heilt serligan dám á hugnaløtuna.
Borgarstjórin, Karl Johansen, sum eisini er stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu, varð boðin við og luttók bæði sum gestur og myndamaður.
Umleið 60 fólk tóku lut.
Onnur tíðindi
16.09.2026
Róðrarneystið verður nýtt til nógv ymisk endamál
14.09.2026
Rúmdarfyrilestur v/David Arge Klevang í Varpinum
09.09.2026
Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu
07.09.2026