Tíðindi

16.05.2023
Hugnaligt og sjáldsamt kaffiprát hjá borgarstjóranum

88 ára gamla Alma Bjartalíð fekk eini, fyri sær, ókend boð, um at hon hevði uppiborið eitt “Top Fan Bagde” á facebook síðuni hjá Klaksvíkar kommunu. Hon kendist ikki við hetta, men helt at hetta mátti merkja, at hon hevði vunnið eitt hvørt, og tí vendi hon sær til kommununa.

At facebook síðan hjá Klaksvíkar kommunu hevur ein breiðan málbólk, fekk borgarstjóran at sanna, tá Alma fekk greitt frá síni uppliving. Alma Bjartalíð mátti tó staðfesta, at talan var ikki um ein vinning, men at tað nokk var facebook, sum vildi viðurkenna hana fyri at lesa tíðindi, sum verða løgd út á facebook síðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen, frætti um hetta og valdi síðan at bjóða Almu til ein kaffimunn.

Prátið gekk lætt og væl. Tosað varð um hendingina, ættarbond, og eisini nýtti Alma høvi at koma við nøkrum uppskotum til batar, sum hon helt, at borgarstjórin kundi taka við í sínum arbeiði.

Karl Johansen segði, at hóast kommunan nú ikki fer undir at lata vinningar til tey, sum fáa í lut eitt “Top Fan Bagde” á facebook, so helt hann, at neyðugt varð við einum undantaki í hesum føri.

Borgarstjórin handaði Almu bókina, sum Torleif Johannesen hevur skrivað um sjómanskvinnuringar. Ein gáva, sum Alma var sera fegin um. Alma handaði eisini borgarstjóranum eitt vakurt bókamerki, sum heilt sikkurt verður eitt gott minni um eina hugnaliga vitjan.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy