Tíðindi

19.05.2023
Økisnámsfrøðingur/varðaleiðari til dagrøktarskipanina í Klaksvík

Dagrøktin hjá Klaksvíkar Kommuna søkir eftir økisnámsfrøðingi/ varaleiðara. Talan er um fast starv har tú dagliga arbeiðir sum økisnámsfrøðingur, umframt at hava nakrar fyrisitingarligar uppgávur.

Dagrøktarskipanin fevnir um 18 dagrøktarar og verður tín arbeiðsdagur út frá Spælistovuni á Brekku, har dagrøktarar og børn koma regluliga. Spælistovan er eisini karmur um gestarøkt og hevur starvsfólk knýtt at sær. Umframt hetta er eisini ein vøggustovueind við 10 børnum ið húsast undir somu lon.

Arbeiðsuppgávurnar eru hesar:
• Saman við starvsfólkatoyminum at mynda námsfrøðiliga innihaldið í dagrøktini, og í Spælistovuni
• Regluligar vitjanir heima hjá dagrøktarunum
• Hava innskrivingarsamtalu við foreldur hvørs børn byrja í dagrøkt, útfylla Barnabókina saman við dagrøktaranum og at føra TRAS skema
• Ráðgeva og vegleiða dagrøktarum og foreldrum, og samstarva við NR-ráðgevingina eftir tørvi
• Røkja leiðarauppgávur, tá leiðarin er burturstaddur


Vit ynskja, at tú:
• Ert námsfrøðingur
• Hevur áhuga í at skapa eitt umhvørvið, har børnini gleðast, trívast og mennast
• Hevur arbeiðsroyndir innan ansingarøkið við børnum, serliga 0-3 ára gomul
• Arbeiðir skipa og sjálvstøðugt
• Ert virkin, røkin og hevur eitt gott samstarv við starvsfólkatoymini og foreldur


Setanarviðurskiftir:
Talan er um eitt fast starv á 30 t/v, har til ber at tillaga brøkin eftir nærri avtalu. Setan er frá 1. august 2023. Løn og setanarviðurskiftir eru sambart sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Vilt tú frætta meira um starvið ella tú hevur aðrar spurningar, so ert tú vælkomin at ringja til Fríðunn Jacobsen, leiðara, á tlf. 554119

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan áðrenn starvsfólk verður sett í starv.
Umsóknin saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 22. juni 2023.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin her: "Søk starvið her". 

Onnur tíðindi
21.06.2024

Endur­nýtslan stongd fram til 1. juli

19.06.2024

Námsfrøð­ingur til Dr. Margrethu barnagarð

18.06.2024

Dagstovnaeindin á Húsum fekk navnið “Blómugarður”

17.06.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir námsfrøðingum