Tíðindi

25.05.2023
Starvsfólk til vatndeildina

Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu er eitt starv leyst at søkja. Vatndeildin húsast á Stoksoyavegnum í Klaksvík.

Vit ynskja at
Tú hevur maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, maskinist ella handverkara útbgving t.d. smiðjur, umframt viðkomandi starvsroyndir.
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum og vilt taka ábyrgd. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
 
Uppgávur
Starvið umfatar viðlíkahald av øllum vatnverkunum og vatnleiðingunum í Klaksvíkar kommunu, umframt arbeiði við sjóhitaskipan og gøtuljósum. Talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. 

Les meira um starvið her: Starvsfólk til vatndeildina

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús