Tíðindi

25.05.2023
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri 2022

Á býráðsfundi í kvøld 25. mai samtykti Klaksvíkar Býráð roknskapin fyri 2022.

Roknskapurin vísir 60,6 mió. kr. í halli áðrenn avdráttir. Inntøkurnar vóru 315,3 mió. kr., rakstur 254,1 mió. kr., íløgur 112,4 mió. kr., rentustuðul 4 mió. kr. og fíggjarpostar 5,3 mió. kr.

Í fíggjarætlanin fyri 2022 var hallið 37 mió. kr. Høvuðsorsøkin til, at hallið gjørdist munandi hægri enn ætlað er, at ætlaðar inntøkur frá sølu av lendi og fastognum ikki gjørdust veruleiki.

Í 2022 vóru lánini niðurgoldin við 16 mió. kr., og lán upptikin fyri 50 mió. kr. Sostatt eru lánini hækkað við 34 mió. kr. Langfreistaða skuldin var við árslok 2022 345 mió. kr.

Løgtingið samtykti í mai broyting í kommunustýrislógini, ið ber við sær, at skuldarmarkið er hækkað, tí inntøkurnar frá forskatting og DIS, FAS v.m. verða tiknar við í útrokningargrundarlagið. Hetta merkir fyri Klaksvíkar kommunu, at loyvda skuldarmarkið er hækkað á leið 60 mió. kr. Við broytta skuldarmarkinum er skuldin hjá kommununi á leið 20 mió. kr oman fyri álíkningina.

Samtykti roknskapurin fyri 2022 er tøkur her: Rokniskapurin 2022

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy