Tíðindi

26.05.2023
Byggi- ella húsasmiðir til vegadeildina

Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum røskum byggi- ella húsasmiðum til Vegadeildina at byrja 1. august ella eftir nærri avtalu.

Á Vegadeildini eru uppgávurnar fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av vegum og gongubreytum, fríðkanararbeiði runt um í kommununi, kaðalgrevstur og aðrar fyrifallandi uppgávur.
Starvsfólkini koma í mestan mun at fáast við betong og timburarbeiði í samband við umvælingar av gongubreytum, kantsteinum, gørðum og øðrum fyrifallandi arbeiðsuppgávum.

Umsóknarfreistin er 18. juni

Les meira her: Starvsfólk til vegadeildina

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin