Tíðindi

26.05.2023
Námsfrøðingur til vøggustovu í Blákolluna

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni, tí vit søkja eftir einum ágrýtnum og jaligum námsfrøðingi ella hjálparfólki at byrja 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu. 

Vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at nema tær vitan um verkætlanina hjá Barnabata, Betri vini. Tú kemur at ganga á odda við at fáa hetta arbeiðsamboð sjónligt í arbeiðsdegnum og somuleiðis virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
Talan er um eitt starv á 30 tímar sum námsfrøðingur í vøggustovu við 12 børnum.

Umsóknarfreistin er 25. juni

Les meira um starvið her: Starvsfólk til Blákolluna

Onnur tíðindi
04.06.2023

Norð­oyastevnan í myndum

02.06.2023

Stjóri til Klaksvíkar Havn/­Havnameistari

02.06.2023

Endur­nýtslan stongd leygar­dagin á norð­oyastevnu

01.06.2023

Ferðslan á norð­oyastevnu