Tíðindi

01.06.2023
Norðoyastevnuskráin 2023

Norðoyastevnuskráin sæst her:

Skráin kann takast niður sum pdf her: Norðoyastevnuskráin 2023

Mánadag til fríggjadag
Kl. 11.00 - 17.00: Christianskirkjan - Opin er fyri vitjandi

Mikudag 31. mai

Kl. 17.30 - 19.00: Talvkapping fyri børn - 4. flokkur og yngri. Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum, Gerðagøta 3 (Skákið)

Kl. 19.00 - 20.30: Talvkapping fyri ung - 5. flokkur og eldri. Heiðursmerki verða latin. Tilmelding á staðnum, Gerðagøta 3 (Skákið)

Hósdag 1. juni

Kl. 16.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning – Fernisering. Passión fyri prenti - Listagrafikkbólkurin HáTrýsT

Kl. 19.30: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag bjóðar til Norðoyastevnuteiti, sum í ár hevur fingið heitið "Vælkomin til Varpvíkar". Varpvík er ein býur niðri við sjógvin og fólk flest eru glað. Men har gongur eisini ymiskt fyri seg, sum er vert hjá tær at fregnast nærri um. Kom forbíð, kom?

Kl. 20.00: Soli Deo Gloria - Ungdómsmøti

Kl. 20.00: Heimið við Vágna Klaksvíkar manskór syngur fyri búfólkum og gestum

Kl. 21:00: Spinnaríið - Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar

Fríggjadag 2. juni

Kl. 10.30: Klaksvíkar bókasavn. Søguhugni fyri børn undir skúlaaldur - Vit hoyra søgu og syngja sangir

Kl. 11.00 - 16.00 : Norðoya Fornminnissavn: Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár - Ein serstøk framsýning við ymiskum lutum og myndum úr søguni hjá sjúkrahúsinum

Kl. 15.00 - 18.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning - Passión fyri prenti - Listagrafikkbólkurin HáTrýsT

Kl. 17.00 - 22.00 : við Fípuna Føgru. Filippinskur matur úr sølubúð. Chessa matger

TIVOLIøkið - við skýlið
Kl. 18 - 24            TIVOLI og útsølur – hópin av góðum vinningum
Kl. 18 - 24            Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out
Kl. 18 - 24            Biografur: í 3D bio-vogninum
Kl. 18 - 24            Stórt Hoppiland á Akursmørk

Kl. 18.00: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar

Kl. 18.00 - 21.00: Húsið: Hatta- og brillu disko fyri børn frá 3. - 7. flokk. Kostnaður 50,- kr ella 30,- kr um ein er lemur. Eisini verður sodavatnsbarr.

Kl. 18.30 - 22.00: Kondibingo - KFUM og K-skótarnir skipa fyri. Til ber eisini at keypa sær ein drekkamunn á rutuni

Kl. 19.30: Spinnaríið - Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar

Kl. 20.00 - 21.00: Skálin Spurnarkapping: Tú manst vita frá mongum at siga – LIVE. Limir úr Klaksvíkar Dansifelag bjóða vinnarunum úr Eysturoynni av - Tiltakið kostar kr. 100,-. Atgongumerkið er eisini galdandi fyri tiltakið Uppá gólv og tá, sum verður sama kvøldið

Kl. 20.00: Ungdómsmøti í Emmaus v/Ólavur Øre Hansen

Kl. 21.00 - 03.00: Skálin - Uppá gólv og tá - Á skránni verður føroyskur dansur, harmoniku­dansur og lættur fólkadansur. Kostnaðurin fyri kvøldið er kr. 100,-
Kl. 21 - 22: Føroyskur dansur
Kl. 22 - 23: Harmonikudansur
Kl. 23 - 00: Føroyskur dansur
Kl. 00 - 01: Harmonikudansur                                                                                      
Kl. 01 - 02: Føroyskur dansur                                                                                      
Kl. 02 - 03: Harmonikudansur

Kl. 21.30: KFUM & K í Klaksvík Ungdómsmøti v/Beinir Langgaard. Lovsangur, kaffi og kakur

Kl. 22.30: Roykstovan - Pub Quiz

Leygardag 3. Juni

Biskupstorgið
Kl. 9.30: Bank Nordik bjóðar morgunmatur
Kl. 10.15: Floytubólkurin, Útnyrðingur, úr Tónlistaskúlanum spælir afturvið
Kl. 10.45: Setan - Norðoyastevnan verður sett av Karl Johansen, borgarstjóra. Klaksvíkar Honorkestur spælir bæði fyri og eftir røðuna.
kl. 14 – 20 Uttandura grill - við góðum stevnubúffum frá Gepetto. Cafe Fríða hevur uttandura barr afturvið
Kl. 18 – 19 Anfinn og Co. spæla slagarar.

kl. 10.00: Spinnaríið - Boðað verður til eykaaðalfund, har eisini verður kunnað um gongdina síðan stovnan av Áhugafelagnum Spinnaríið í september 2022.

Kl. 10.00 - 13.00: Christianskirkjan er opin fyri vitjandi

Kl. 11.00: Við Norðoya Sparikassa: Føroya Bjór renning fyri 26. ferð. Treysti skipar fyri.

Kl. 11.00 - 16.00 : Norðoya Fornminnissavn: Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár. Ein serstøk framsýning við ymiskum lutum og myndum úr søguni hjá sjúkrahúsinum

Kl. 11.00 - 22.00 : við Fípuna Føgru: Filippinskur matur úr sølubúð. Chessa matger

Kl. 13.00: Í ovara skúlagarði á Skúlatrøð. Súkklukapping fyri børn. Aldursbólkur: 4 – 8 ár byrja kl. 13.00. Aldursbólkur: 9 –15 ár byrja kl. 13:30. Norðstrok skipar fyri- Havið egnar súkkur við

Norðoyastevnuróðurin 2023
Kl. 13.30: Barnaróður
Kl. 15.00: Vaksin
Mat- og kaffisøla verður á bryggjuni og róðrarnir verða vístir á stórskíggja Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini handar heiðurs­merki eftir barnaróðurin og eftir seinasta róður. Atgongumerki á kr. 100,- kunnu keypast við dyrnar og á www.atgongumerki.fo  

Kl. 15.00 - 18.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning - Passión fyri prenti. Listagrafikkbólkurin HáTrýsT

Kl. 16.00 - 20.00: Miðhøllini á Skúlatrøð, Listaframsýning - Klaksvíkar Rotary klubbi skipar fyri

Kl. 17.00: Húsið - Mótaframsýning á parkerings­ økinum við Atlantis. Børnini og tey ungu koma við teirra boði uppá festivalmótan 2023. Tey ganga mótaframsýning frá Húsinum og yvir á pallin. Ragnhild Ellingsgaard verður frásøgufólk.

Kl. 18.00: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023- Vælkomin til Varpvíkar

kl. 19.00: Fótbóltur: Betri menn KÍ – AB

Kl. 19.00 - 23.00: Húsmóðrafelagshúsið, Bøgøta 3 - Eydnuhjól - Bygdarfelagið Sigurs glæman av Húsum, skipar fyri

Kl. 19.30: Spinnaríið: Norðoyastevnuteitið 2023: Vælkomin til Varpvíkar

kl. 21.00 – 22.00: Stovukonsert við Marius - Í gomlu húsunum hjá Annelenu og Einar Waag eldra á Fornagørðum - Bert 25 atgongumerki verða seld og kunnu keypast á Visit Norðoy.

Kl. 21.00: í Vágstún - Betesda skipar fyri útimøti við vitnis­­burði og góðum og lættum sangi

Kl. 22.30: í Vágstúni - Páll Brim og Brynjar Olsen spæla

22.00 – 23.00: Nólsoyar Páls húsið. Stovukonsert við Vestmonnum - Njót ein góðan bita við føroyskum viðskera afturvið Avmarkað atgongd á 50 fólk. Atgongumerkini kunnu keypast á Visit Norðoy

Kl. 23.00: í Vágstúni. Felagssangur við góðum undir­- spæli frá Fugla­fjarðar Harmoniku­­felag. Limir úr Klaksvíkar manskóri syngja fyri

Kl. 23.30: í Vágstúni - Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik á stóra pallinum.

23:30 - 03:45: STÓR-dansur í KÍ-høllini við Hjarnar- DJ Cool og All That Rain (18 ára adursmark) - NFÍ skipar fyri

Kl. 24.00: í Vágstúni - Miðnáttarsamkoma– Kyndlagonga við skótum, og stórt fýrverk eftir røðuna. Annfinnur Heinesen, leiðari í Mentanarhúsinum flytir fram røðu.

Kl. 24.00: KFUM & K: Miðnáttarcafé - eftir fýr­verkið á miðnátt, verður suppa, drekkamuður, framførsla, lovsangur og andakt

Kl. 24.00 - 04.00: Roykstovan - Live tónleikur við Son of Fortune, 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd.

TIVOLIøkið - við skýlið
Kl. 14 – 01: Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, Karussel og spæliland
Kl. 14 – 01: TIVOLI og útsølur - hópin                   av góðum vinningum
Kl. 14 – 01: Trampolin, El-bilar, Gyro­skop, Wipe Out
Kl. 14 – 01: Fisk og Chips søla
Kl. 14 – 01: Pannukøkubúðin er opin
Kl. 14 – 01: Biografur: í 3D bio-vogninum
Kl. 14 – 01: Stórt Hoppiland á Akursmørk
Kl. 22-23: Tónleikur: Jón Eliasen Live

Kl. 23:30-03:45: STÓR-dansur í KÍ-høllini við Hjarnar- DJ Cool og All That Rain (18 ára adursmark) - NFÍ skipar fyri

Sunnudag 4. juni

Kl. 11.00: Christianskirkjan - Gudstænasta við altargongd v/Hanusi á Gørđum

Kl. 12.00 - 19.00: við Fípuna Føgru. Filippinskur matur úr sølubúð

Kl. 12.00: Soli Deo Gloria - Møti

Kl. 14.00: Skrúðgonga og Norðoyastevnurøða. Skrúðgonga – Klaksvíkar Hornorkestur, býráðs- og bygdarráðslimir úr norðoyggjum, skótar og ítróttarfólk fara úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún, har Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag flytur fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir

Kl. 14.45: KFUM & K - Eftir skrúðgonguna verður Norðoyastevnucafé við tónleiki og andakt

Kl. 15.00 - 19.00: Gamla Seglhúsið. Listaframsýning - Passión fyri prenti. Listagrafikkbólkurin HáTrýsT

Kl. 15.00 - 19.00: Miðhøllin á Skúlatrøð: Listaframsýning - Klaksvíkar Rotary klubbi skipar fyri.

Kl. 16.00 - 22.00: Húsmóðrafelagshúsið Bøgøta 3 - Eydnuhjól      - Bygdarfelagið Sigursglæman av Húsum, skipar fyri

Kl. 18.00: KFUM & K - Møti við Elsu Østegaard, Hoyvík

Kl. 18.00: Emmaus - Møti v/Frants Jensen. Sunnudagsskúli verður undir møtinum                      

Kl. 19:00: Betesda - Betesdakórið hevur sangløtu. Eisini verður góður felagssangur og kaffi aftaná

TIVOLIøkið - við skýlið
Kl. 14 - 21            TIVOLI og útsølur - hópin av góðum vinningum                 
Kl. 14 - 21            Súkklubátar, Fiskibrunnur, Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out
Kl. 14 - 21            Fisk og Chips søla
Kl. 14 - 21            Pannukøkubúðin er opin
Kl. 14 - 21            Biografur: í 3D bio-vogninum
Kl. 14 - 21            Stórt Hoppiland á Akursmørk
Kl. 18.00              Trølla Pætur og Omman undirhalda
Kl. 19.20              Tónleikur: Páll Brim og Brynjar Olsen – Live

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars