Tíðindi

31.05.2023
Nýtt býarhegn á Fossum 

Í samband við útstykkingarverkætlanina á Fossum, fer Klaksvíkar kommuna undir at seta upp nýtt býarhegn oman fyri vegin á veg niðan á Háls (Hegnið, sum sett verður upp, er litað við gulum).

Um tú eigur ella varðar av einum jarðarstykki oman fyri nevnda veg, ert tú vælkomin á ástaðarfund, sum verður mikudagin 28. juni 2023 kl. 13:00 við vatnbrunnarnar á Fossum.

Á hesum ástaðarfundi verður greitt frá nýggja hegninum, samstundis sum høvi verður at koma við viðmerkingum til staðseting av hegni og portrum.

Klaksvíkar býráð.

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús