Tíðindi

02.06.2023
Stjóri til Klaksvíkar Havn/Havnameistari

Brennur tú fyri tí maritima økinum og hevur tú hug og hegni at ganga á odda fyri at menna Klaksvíkar Havn, so at vit eru klár til framtíðina?

Vit leita eftir einum stjóra við visjónum, ið kann menna strategiskar ætlanir, leggja lunnar undir ein burðardyggan og gevandi rakstur, har allir møguleikar verða gagnnýttir og skapa virði fyri Klaksvíkar kommunu. 
Stjórin hevur ábyrgd av øllum tí maritima virkseminum í kommununi, og skal tryggja at viðlíkahald og menning er á øllum havnaløgum. Harafturat skal stjórin eisini skapa nýggjar inntøku møguleikar fyri Klaksvíkar Havn.        
Umframt dagligu fíggjarligu- og starvsfólkaábyrgdina, hevur stjórin eisini ábyrgdina av at tryggja eitt gott samstarv við øll, ið virka á og rundan um havnaløgini.


Høvuðsuppgávurnar hjá stjóranum eru fjølbroyttar og fevna m.a um fyrisiting, vegleiðing, ráðgeving, eftirlit, samskifti og luttøku til viðkomandi forum.
Tú kemur at:

  • Standa á odda fyri at Klaksvíkar Havn kann veita øllum kundum og áhugabólkum góða tænastu og gott samstarv.
  • Menna Klaksvíkar Havn sum eitt gott og virkið arbeiðspláss, ið skapar úrslit.
  • Byggja víðari uppá ætlanir hjá býráðnum og umsiting.
  • Menna Klaksvíkar Havn, soleiðis at Klaksvíkar Havn er ein framkomin maritimur flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavi.
  • Tryggja at Klaksvíkar Havn hevur skynsaman rakstur.

Sum stjóri er umráðandi at tú, saman við hinum starvsfólkunum, umboðar Klaksvíkar kommunu væl í øllum viðurskiftum. Tú stendur við evstu ábyrgd fyri Klaksvíkar Havn, har tú skalt tryggja, at allar tænastur svara til tørvin hjá viðskiftafólkunum.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir fólki við hægstu nautisku útbúgving ella aðrari hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni saman við royndum.

  • Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir.
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst og vera ein fakligur sparringspartnari hjá starvsfólkum og umsiting. 
  • Tú hevur vitan og/ella royndir innan maritima økið, tað veri seg innan fiskivinnu, farmaflutnings-virksemi, havnarakstur og handilsskip o.a..
  • Tú dugir væl at samstarva, samskifta og málbera teg á føroyskum og enskum í skrift og talu

Umsøkjarar verða mettir eftir persónligum, leiðsluligum og fakligum førleikum.

Setanarviðurskiftir
Stjórin fyri Klaksvíkar Havn/Havnameistarin verður settur frá 1. august 2023 ella skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, lønt í 35.1 lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. 
Starvið vísir til Vinnu-og mentanarstjóran, John Syderbø, og áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við hann á tlf. 219549, ella við telduposti: johns@klaksvik.fo

Umsóknin saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast 18. juni 2023.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjna her: Stjóri til Klaksvíkar havn


Klaksvíkar Havn varðar av øllum tí maritima økinum hjá Klaksvíkar Kommunu.
Her er talan um kaikantin til allan vinnuliga flotan og vinnuligu økjunum, sum liggja uppat. Bátahylarnar til smærru bátarnar, neystagrundir og lendi annars fram við sjóvarmálanum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Klaksvíkar Havn er at tryggja, at skip og bátar fáa tað hjálp og vegleiðing, sum teimum tørvar við komu og fráfer. Eisini skal kai økið vera gott og trygt at arbeiða á, til bæði skip og bátar, og alla ta avleiddu vinnuna, sum veitur tænastur á havnarøkinum. Tað starvast, umframt stjóra, 4 fólk hjá Klaksvíkar Havn.

Verðandi kaikantur strekkir seg meira enn 850 metrar tilsamans, og tað er nógv vinnuligt virksemi á øllum havnarøkinum, tí heimaflotin er stórur í Klaksvíkar kommunu, og her er nógv virksemi knýtt at maritima økinum.
Bátahylar eru á Vágni, á Borðoyðavík og í Árnafirði, og eru í løtuni meir enn 200 bátapláss. Harumframt eru lendingar í Svínoy og á Kalsoynni, sum Klaksvíkar Havn eisini varðar av.

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku