Tíðindi

07.07.2023
Norðoyggjar við í vinnuferðavinnu

Vinnuferðavinna snýr seg um fyritøkur, feløg og stovnar sum td. velja at leggja sínar ráðstevnur í Føroyum. Hesar ráðstevnur eru vaksandi, um vit hugsa burtur fra korona sum legði alt lami í nøkur ár. Stórt arbeiði hevur verið lagt í seinastu 10 árini at menna vinnuferðavinnu og nú verður Norðoyggjar eisini partur av hesari menning.

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri í Visit Føroyar sigur, at Føroyar eru sera áhugaverdar fyri nógvar útlendskar fyritøkur,  tí her finnur tú bæði serfrøði innan ymisk økir og serstøku náttúruna, sum setir eyka dám á upplivingina umframt góðar ráðstevnukarmar.

- Fyri stuttum hevði Visit Norðoy vitjan av umboðum fá ICCA, sum er tann størsti felagsskapurin fyri ráðstevnuútbjóðarar og umboðum frá Visit Faroe Islands, sum komu at hyggja eftir møguleikanum í Norðoyggjum. ICCA, sum áðurnevnt, er tann størsti felagsskapurin fyri ráðastevnuútbjóðarar og gevur atgongd til ein stóran marknað fyri altjóða felagskapir sum skipa fyri ráðstevnum og kann hetta gera nógvar ringar í sjónum í framtíðini.

- Tey vóru sera væl nøgd við góðu karmarnar vit hava at bjóða í Norðoyggjum og tað bar við sær at Visit Norðoy saman við Klaksvíkar Kommunu verður vertur fyri einum døgurða í mentanarhúsinum í Klaksvík fyri 120 fólkum tann 12. sept.

- Við mentanarhúsinum og nýggja hotellinum fyri framman fara vit at fáa sera góðar møguleikar at hýsa ráðstevnum og ráðstevnugestum framyvir. Og við stórslignu náttúruni vit hava í Norðoyggjum er tað upplagt at skipa fyri útferðum runt um í Norðoyggjum fyri ráðstevnugestum sigur stjórin á Visit Norðoy, Theresa Turiðardótir Kreutzmann

Visit Norðoy fer at luttaka á ráðstevnuni sum ICCA skipar fyri og vit síggja stórar møguleikar í at byggja eina nýggja vinnu upp í Norðoyggjum sigur stjórin á Visit Norðoy, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann.

Tíðindaskriv: Visit Norðoy

Onnur tíðindi
10.06.2025

Endurskoða almennu byggisamtykt­ina fyri Klaksvíkar kommunu

06.06.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

05.06.2025

Grundlógar­dagin verður stongt kl. 12.00

04.06.2025

Stongt vegna starvs­fólka­útferð