Tíðindi

24.08.2023
Grabbin settur í hornaskýlið

Seinnapartin í dag varð grabbin settur í arbeiðið at víðka stadionøkið á Djúpumýru. Arbeiðið, sum nú fer ígongd, fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri wc, umframt fleiri goymslurúm eisini fáast í niðaru hæddini.

Loyvið, at nýta Djúpumýru til altjóða dystir, er nemliga eisini treytað av, at verkætlanin við hornaskýlinum verður framd.
Arbeiðið merkir, at ferðslan eftir J. Waagsteinsgøtu til Svimjihøllina verður tarnað nakað. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu at vísa varsemi.
Tað er eisini júst í dag, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur 119 ára stovningardag, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti FC Sherrif úr Moldova.

Klaksvíkar kommuna ynskir KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag tillukku við degnum og góða eydnu í kvøld

Onnur tíðindi
28.10.2026

Býráðsskráin 29. oktober

28.10.2026

Starvs­fólk til Blákolluna (longd freist)

23.10.2026

Dagføringar gjørdar í Badminton­høllini

21.10.2026

Viðmerking til tíðindaskriv um NMC PROTECTOR