Tíðindi

06.09.2023
Jústabrekka 1 til sølu

Klaksvíkar kommuna hevur sett Jústabrekku 1 í Klaksvík til sølu. Søluprísurin er settur til 5,9 mió. Tað er felagið Meklarin sum er tekur sær av søluni.

Bygningurin
Talan er um bygning á matr.nr. 188a í trimum hæddum á uml. 140 m2. Bygdur uml. í 1911 og høvuðsumvældur /umbygdur í 2021. Matr.nr. 188a er í dag 1154 m2.
1. og 2. hædd eru innrættaðar við tilsamans 6 íbúðum millum 35 og 40 m2 hvør. Kjallarahæddin er innrættað sum kommunalt skjalasavn. Byggisamtyktarliga ásetingin er C 9 – útlagt til Almenn endamál.

Treytir
Við søluni fylgja hesar treytir, sum keyparin bindur seg til at halda. Leigusáttmáli við Almannaverkið um 1. og 2. hædd – galdandi til 31.07.2026. Gerð av 10 ára leigusáttmála við Klaksvíkar Kommunu um kjallarahæddina í samband við nýtslu til skjalasavn.

Sambært fyriliggjandi projekti av Klaksvíksskákinum – millum Víkaveg og Klaksvíksveg – er vegurin staðsettur uml. 600 m2 inn á matr.nr. 188a. – Vegalendisparturin verður ikki seldur við, og bindur keyparin seg til at undirskriva neyðug skjøl til Umhvørvisstovuna í samband við frámatrikulering og tinglýsing. – Reella sølan av matr.nr. 188a umfatar sostatt bygning á uml. 550 m2 grundøki.

Les meira um søluna her: Meklarin.fo

Onnur tíðindi
21.09.2023

Fólka­tingslimir á vitjan 

20.09.2023

Skráin er tøk!

20.09.2023

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag

18.09.2023

Nærumhvørvið og eg!