Tíðindi

08.09.2023
Vilja raðfesta nýtt skip á kalsoyarleiðini

Í gjárkvøldið var avhaldshúsið í Mikladali karmur um borgarafund við fólk á Kalsoynni. Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, saman við Niels Juel Arge, stjóra á SSL, stóðu fyri fundinum. Við á fundinum var eisini Karl Johansen, borgarstjóri, og umboð fyri staðbundnu nevndirnar.

Endamálið við fundinum var at hoyra bygdafólkið um teirra tørv, tá ið hugsað verður um ferðaætlanina, og teirra hugsanir um eitt nýtt skip fyri SAM, sum er bygdur í 1981 og sostatt er 42 ár.

Tað var sera góð undirtøka á fundinum, og fundarfólkini vóru spent at hoyra, hvat Dennis Holm, landsstýrismaður, hevði við í skjáttuni. Landsstýrismaðurin nevndi eitt nú, at Samferðslumálaráðið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at fara undir at projektera nýggj skip til Strandferðsluna, og stóð Kalsoyarleiðin ovast á raðfestingarlistanum.

Niels Juel Arge greiddi somuleiðis frá um ferðaætlanina og um eina komandi bíleggingarskipan, sum eftir ætlan skal takast í brúk komandi summar. Serliga var tað stjórin á Strandferðsluni, sum fekk nógvar spurningar frá áhoyrarunum, og serliga høvdu fleiri ynski um, at bæði SAM og nýggja skipið skal sigla fleir túrar, enn tað ger í dag.

Eftir framløgurnar var orðið givið til Karl Johansen, borgarstjóra, sum legði dent á, at kommunan vil gera alt fyri, at samferðslumøguleikarnir hjá teimum fastbúgvandi eru so góðir sum gjørligt. Áðrenn orðið varð givið frítt til viðmerkingar, fingu Bjørn Kalsø og Jóhannus Kallsgarð høvið at siga nøkur orð vegna staðbundnu nevndirnar á Syðradali og á Trøllanesi.

Orðaskiftið var gott og siðiligt og fólk vóru sum heild væl nøgd við fundin. Nú er at vóna, at góða kjakið eisini leiðir til politiska handling, soleiðis at bæði fastbúgvandi, vitjandi og ferðafólk fáa eina farleið, sum øll kunnu vera nøgd við.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður