Tíðindi

13.09.2023
Rudda Klaksvík

Leygardagin 16. september verður ruddað í kommununi. Í hesum sambandi verður heitt á skúlar, barnagarðar, stovnar, arbeiðspláss, ítróttar- og áhugafeløg, familjur og einstaklingar um at standa saman og taka felags tøk í strembanini eftir einum ruskleysum Føroyum.

Tiltakið er skipað er samstarv við árliga ruddingarátakið, Rudda Føroyar. Endamálið við átakinum hjá Rudda Føroyar er at skapa tilvit og at broyta vanar soleiðis, at vit koma nærri ynskinum um ein reinan og sunnan ruskleysan heim.

Í ár eru tað sjótarnir í býnum sum samskipa ruddingina. Í innbjóðingini á Facebook heita tey á fólk, um at bjóða einum tú kennir við og fá fríska luft, góða motión og ver við til at fríðka um og rudda okkara bý!

Møtt verður í hølunum hjá Grønu skótunum (í kjallaranum í KFUM í K) Gerðagøta 14. Har fáa tey, ið møta, eitt ávíst øki at rudda. Posar o.a. verður útvegađ og møguleiki verður eisini at fáa ein kaffi- ella temunn.


Við vón um góða undirtøku. Grønu og gulu skótarnir í Klaksvík

 

 

Onnur tíðindi
19.03.2026

Námsfrøð­ingar ella hjálpar­fólk

13.03.2026

Send okkum títt hugskot!

12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum