Tíðindi
20.09.2023
Skráin er tøk!
Virkið Heyst verður í døgunum 25. - 30. sep. Tá verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum seta sjóneyku á kropsliga og sálarliga heilsu.
Skráin sæst her: Virkið Heyst 2023
Seinastu árini hevur kommunan samstarva væl við áhugafeløg, einstaklingar og fyritøkur, tá ið skipað hevur verið fyri Virkið Vár og Virkið Heyst. Bæði tá ið talan hevur verið um afturvendandi tiltøk, men eisini tá ið nýggj hugskot hava verið ment.
Klaksvíkar kommuna er samstarvspartur hjá ABC fyri sálarheilsu, og tí er eitt av endamálunum við Virkið Vár og Virkið Heyst at varpa ljós á burðardygg tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi. Við góðum íkasti frá áhugafeløgum, einstaklingum og fyritøkum, kunnu vit aftur í ár bjóða eina fjølbroytt skrá, har okkurt er til allar aldursbólkar.
Onnur tíðindi
31.03.2026
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssamskipari í norðurøkinum
26.03.2026
Kirkjubrekka stongd fyri ferðslu
23.03.2026
Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
23.03.2026