Tíðindi
28.09.2023
Burturbeining av leivdum frá fletting
Nú fjøllini verða gingin, og flettingin stendur fyri durum, vil Klaksvíkar kommuna minna á at burturbeina leivdir frá flettingini á skynsaman hátt.
- Tøm vemburnar í egnan køst
- Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
- Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar
Víst verður til fráboðan frá Umhvørvisstovuni, um at leivdir frá fletting eiga at verða burturbeindar á rættan hátt og ikki gravast niður ella tveitast í áir, fjøru, á bøin ella í hagan. Henda dálking av umhvørvinum sær ótespilig út, gevur ringan lukt, og kann verða atvold til rottu og spjaðing av smittu.
Kalsoy:
Leivdir frá fletting skulu latast í bingjurnar í Knúksdali og Mikladali. Arbeitt verður við at fáa bingju til Trøllanes til endamálið.
Eru ivamál ella spurningar, vinaliga ringið á tlf. 41 00 00 (Miðlan) ella 45 42 42 (Endurnýtslan).
Les nærri um burturbeinan á IRF og Umhvørvisstovuni.
Onnur tíðindi

08.05.2025
Ársins fyrsta ferðamannaskip til Klaksvíkar

08.05.2025
Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025
Ferðslukunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025