Tíðindi

28.09.2023
Skuldin undir eina álíkning í 2024

Býráðið samtykti í kvøld fíggjarkarmin fyri 2024. Inntøkurnar eru mettar til 345 mió.kr., raksturin er settur til 271 mió.kr., sum er 15,7 mió.kr. hægri enn avsetingin í 2023. Vøksturin er 6,1%. Avlopið áðrenn rentur og avdráttur verður sostatt 73,9 mió.kr.

Býráðið samtykti einmælt í vár, kommunan skuldi binda seg til at rinda 30 mió.kr. í avdráttum og rentum árliga. Hetta merkir, at eftir rentustuðul, rentugjøld og avdráttir eru 36,9 mió.kr. eftir til íløgur í 2024.

Í 2019 var raksturin 203 mió.kr., og seinasta framrokningin fyri 2023 vísir, at raksturin verður 257 mió.kr. Hetta gevur ein miðalvøkstur seinnu árini á 6,5%.

Um metingin fyri roknskaparárið 2023 heldur, har hallið er mett at verða 4 mió.kr., og fíggjarætlanin fyri 2024 javnvigar við 18,6 mió.kr. í avlopi, verður nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 21,4 mió.kr. undir eina álíkning við árslok 2024.

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús