Tíðindi
Vit sóknast eftir einum nærløgdum løgfrøðingi til stjórnarskrivstovuna hjá Klaksvíkar kommunu. Sum løgfrøðingur hjá okkum fært ein fjølbroyttan gerandisdag har ongin dagur er eins.
Um starvið
Tín høvuðsuppgáva er at veita løgfrøðiliga ráðgeving og sparring til deildarstjórar, stjórn og starvsfólkadeild. Harumframt er samskifti við uttanhýsis aktørar, herundir advokatar og viðkomandi myndugleikar. At menna mannagongdir og samskipa/ráðgeva starvsfólkum í málum um alment innlit. Afturat hesum hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av dátuverndarøkinum.
Talan er um parttíðarstarv á 35 tímar um vikuna frá 1. desembur, ella eftir nærri avtalu, fram til 28. februar 2025.
Vit bjóða
• Eitt fjølbroytt starv við ábyrgd, har uppgávurnar verða loystar í samstarvi við aðrar starvsfelagar í fyrisitingini.
• Eitt umhvørvi, har fleiri ymiskir fakbólkar gera sítt ítasta kommununi at frama.
Førleikakrøv
• Umsøkjarin skal hava lokið prógv sum løgfrøðingur á kandidat/masterstigi
• Umsøkjarin skal duga væl at orða seg á føroyskum, bæði munliga og skrivliga
• Umsøkjarin skal duga væl at samskifta og samstarva við ymiskar fakbólkar
Vit ímynda okkum eitt starvsfólk, sum:
• Hevur starvsroyndir frá kommunalari ella almennari fyrisiting
• Hevur politiskt tev
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
• Dugir at samskifta og samstarva við aðrar starvsbólkar
• Er fyrikomandi og jaligt
• Tolir at arbeiða undir trýsti
• Hevur góð evni at samstarva við viðkomandi myndugleikar
Setanarviðurskifti
Talan er um farloyvisstarv at byrja 1. desembur, ella eftir nærri avtalu, fram til 28. februar 2025. Starvið verður skipað á stjórnarskrivstovuni við tilvísing til kommunustjóran og sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.
Nærri upplýsingar
Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ber til at venda sær til Rúna Rasmussen, kommunustjóra, á telefon 224021 ella teldupost runir@klaksvik.fo.
Umsókn
Umsókn við prógvi, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 19.10.2023. Miðað verður eftir at hava setanarsamrøður í viku 43.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Løgfrøðingur til Klaksvíkar kommunu

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

Jólarómur í Klaksvík

2.b á Skúlatrøð vitjaði borgarstjóran
